Um HB vinnur í kvøld á EB/Streymi, so kemur HB uppá 15 stig fyri seks umfør. Síðani 1995 er tað bara í greipuárinum í 2020, at HB hevur havt eina betri byrjan enn tað.
Hóast HB ikki hevur spælt so væl, so hevur liðið fingið góð úrslit og hevur lagt bæði KÍ og B36 afturum seg á stigatalvuni, sum er eitt sindur óvæntað. Og skráin er góð restina av fyrsta triðingi, tí HB hevur longu møtt Víkingi, KÍ og NSÍ.
HB-EB/Streymur spæla kl. 18.00 í kvøld.